Boð til foreldur
Mánadagur 30. novembur 2020
Góðu foreldur og avvarðandi
Fyri at verja okkara børn, starvsfólk og virksemi í mest møguligan mun ímóti Corona, ynskja vit at seta tilmælini hjá Tórshavnar kommunu í endurminning nú jólini nærkast og familjur umhugsa at fara at ferðast uttanlands.
Almennu tilmælini í samband við ferðing uttanlands eru eisini broytt og umráðandi er at kunna seg um nýggju almennu tilmælini. Hesi eru at finna á www.corona.fo
Barna- og ungdómsdeildin mælir til:
- At tey, ið eru í sóttarhaldi ikki koma á dagstovnarnar.
- At foreldur, í tann mun tað letur seg gera, hava børn síni heima inntil negativt svar fyriliggur av coronakanning á 6. degi eftir heimkomu, vísandi til almennu tilmælini um at vísa serligt varsemi.
- At øll sum koma til Føroya úr útlondunum, fylgja almennu tilmælunum um at lata seg kanna tríggjar dagar undan fráferð, um tað letur seg gera. At lata seg kanna við heimkomu og aftur á 6. degi eftir heimkomu. Øll ferðandi til landið skulu kannast, tó eru børn yngri enn 12 ár frítikin. Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt.
Sambært almennu tilmælunum verður øll óneyðug ferðing frámælt.
Vinarliga
TÓRSHAVNAR KOMMUNA
BØRN OG UNG
Niels Finsens Gøta 31
100 Tórshavn
Mánadagur 21. sep. 2020
Góðu foreldur og avvarðandi
Fyri at verja okkara børn, starvsfólk og virksemi í mest møguligan mun ímóti Corona,
ynskja vit:
- At tey, ið eru í sóttarhaldi ikki koma á dagstovnarnar.
- At tey, ið hava verið uttanlands fylgja almennu tilmælunum um, at lata seg kanna
og vísa serligt varsemi.
vinaliga
Barna- og ungdómsdeildin
Tórshavnar kommuna
Hósdagur 13. august 2020
Góðu foreldur
Vit lata uppaftur mánadagin 17. august.
Tit verða biðin um at halda tykkum til tilmælini, sum eru fyri dagstovnaøkið. Øll almenn tilmælir eru á www.corona.fo
Eisini verða tit biðin um at fylgja leiðreglunum, sum stovnurin hevur, hesar síggjast á hvørjari úthurð á stovninum.
Foreldur, hvørs børn skulu hava innkoyring í vøggustou, verða uppringd í dag ella í morgin.
Vh, Una
Mánadagur 10. august 2020
Frá Tórshavnar kommunu
Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august.
Fleiri av dagstovnunum eru longu raktir av smittu í starvsfólkahópinum og millum foreldur. Kommunan metir neyðugt at taka hesi atlit við verandi smittustøðu.
Neyðansing
Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra vanliga stovni.
Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið, almannaverkið og tilbúgving.
Til ber at melda til á bornogung@torshavn.fo, har upplýsast skal navn og føðingardagur hjá barni, navn á dagstovni, ið barnið er á, og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.
Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing.
Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku, verða testað.
Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini heima.
Hósdagur 06. august
Góðu foreldur
Tað eru nógv foreldur, sum ikki hava skrásett tlfnr. á BARN skipanini og tað inniber, at eg má leita á tlf hjá hvørjari einstakari stovu og í hondskrivaðum kartotekskortum og á Sona eftir tykkara upplýsingum - hetta gevur mær sera nógv eyka arbeiði, sum tekur langa tíð. Um tú ikki minnist, um tú hevur skrásett tlfnr., vinarliga far inn á BARN, kanna tað og skráset, um tað ikki er gjørt.
Takk fyri
Vh, Una
Mikudagur 05. august 2020
Tórshavnar kommuna (borgarstjórin) mælir øllum, sum hava møguleika, til at hava børnini heima í morgin og ovirmorgin.
Leiðreglar frá Barna- og ungdómsdeildini:
Reinførið
Øll fólk, sum hava sína gongd á dagstovunum, skulu vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu ofta og dagliga og nýta handspritt um neyðugt er.
Foreldur vera biðin um at vaska hendurnar á barninum, tá tey koma á stovnin og skulu sjálvi eisini vaska ella spritta hendur.
Ferðing
Foreldur, ið hava verið úti og ferðast, skulu kunna seg á corona.fo viðvíkjandi tilmælum um sóttarhald.
Frástøða
Starvsfólk, foreldur og børn skulu halda frástøðu og tískil verður í løtuni ikki givið lógvatak, klemm ella onnur kropslig kontakt, um tað ikki er neyðugt í mun til tørvin hjá barninum. Hetta merkir ikki, at starvsfólk slettis ikki mugu hava kropsliga kontakt við børnini, men at hetta verður gjørt við fyrivarni.
Foreldur sum avlevera børn síni á stovni, verða biðin um at gera skjótt av. Foreldur skulu bert koma inn í gongina, tá tey avlevera um morgunin og heinta seinnapart. Best er um sama foreldur avleverar og heitar barni. Samrøður og avtalur millum foreldur við avheintan og avlevering skulu ikki fara fram á stovninum. Í staðin vera foreldur biðin um at gera avtalur og tosa saman í telefon.
Innkoyring á stovn
Foreldur sum skulu koyra barn teirra inn á stovn, kunnu sum undantak koma inn á stovnin. Hetta fyri at tryggja eina góða og trygga innkoyring fyri barni. Mælt verður tó til, at bert eitt og sama foreldur stendur fyri innkoyringini. Starvsfólk á stovninum skipa innkoyringina best møguligt í mun til tilmælini.
Skipan av dagliga námsfrøðiliga virkseminum á stovninum
- Stovurnar á einum stovni skulu vera atskildar. Børnini mugu ikki vitja á øðrum stovum og starvsfólk skulu í mest møguligan mun vera á teirra egnu stovu við tilhoyrandi børnum. Hetta fyri at minka um smittuspjaðing.
Praktisk viðurskifti
- Børnini skulu ikki hava leikur við á stovn.
- Børnini skulu hava tveir matpakkar við, ein til millummála og ein til á middegi.
- Starvsfólk skulu spritta allar yvirflatir, vesir, handtøk og kontaktir tvær ferðir um dagin.
- Foreldur at fleiri børnum skulu avlevera børnini í heimastovunum.
- Starvsfólkafundir, foreldarfundir og onnur líknandi tiltøk eru avlýst.
- Børnini skulu altíð hava nokk av skiftiklæðum, regnklæðir, gummistylvar og heit klæðir við, tí mælt verður til, at børnini eru úti, so nógv sum til ber.
- Foreldur vera biðin um at siga frá á dagstovninum, nær børn teirra koma á dagstovnin hvørja viku, soleiðis at dagstovnaleiðarir hava møguleika fyri betri at skipa dagliga virksemi.
- Foreldur, sum avlevera børn síni um morgunin skulu avlevera matpakkar í gongini og ikki fara innum uttaru gongd í húsinum og ikki ganga inni frá húsi til hús.
Borgarstjórin fer alment at heita á foreldur, sum kunnu vera heima, um ikki at lata børnini fara á stovn.
Um nýggj tilmæli koma frá myndugleikunum, so venda vit aftur viðvíkjandi nýggjum tilmælum til dagstovnaøkið.
Sum kunnugt er stórt tal av fólki testað í dag og væntandi eisini í morgin. Myndugleikarnir fara síðst í hesi vikuni at vita meira um íkomnu smittustøðuna, og hvørji onnur átøk enn tey, sum í dag vórðu fráboðað, verða sett í verk.
Vh
Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu
Tit verða vinaliga biðin um at kanna okkara heimasíðuna hvønn dag og helst fleiri ferðir um dagin, tí framyvir fari eg ikki at senda áminning um nýggja kunning via sms.
Tað hevur eisini alstóran týdning, at tit hyggja á corona.fo dagliga og fleiri ferðir um dagin eftir møguligari nýggjari kunning.
Vh, Una
Sunnudagur 02. august 2020
Góðu foreldur
Vælkomin til nýggj børn og foreldur og vælafturkomin til tykkum, sum hava tykkara dagligu gongd á stovninum.
Vónandi hava øll havt eina góða summarfrítið.
Coronatilmælini eru framvegis galdandi og tit verða biðin um at halda tykkum til tey og at lesa/fylgja við á www.corona.fo ella á Facebook síðuni hjá corona.fo. Somuleiðis verða tit biðin um, av og á, at hyggja á heimasíðuna hjá stovninum, tí har kemur møgulig nýggj kunning frá landslæknanum/kommununi/kommunufelagnum – www.dagstovnurinihoyvik.fo
Bíðið, uttanfyri úthurðina, um tað eru fleiri foreldur í gongini
Sprittað/vaskað hendurnar við komu/fráferð
Gerið skjótt av, tá ið tit koma/fara
Tað er ikki møguligt hjá foreldrum at koma inn á stovurnar. Undantak er fyri foreldur, sum hava barn, ið skal hava innkoyring í vøggustovunum. Hesi sleppa inn eina lítla løtu hvønn dag teir fyrstu dagarnar. Starvsfólkini geva tykkum boð um, hvussu innkoyringin fer fram
Tit muga ganga frá stovu til stovu uttan fyri stovnin, tí tað er ikki møguligt at ganga gjøgnum felagshølini inni
Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu ikki koma á stovnin teir fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu
Barnið skal ikki á stovn, tá ið tit ivast í, um tað er sjúkt
Ynskiligt er, at sama fólkið kemur við og eftir barninum hvønn dag
Vh
Una Jacobsen, dagstovnaleiðari
Hósdagur 25. juni
Ískoytið til skriv frá 17. juni, sum er beint undir hesum skrivinum.
Tit, sum hava barnagarðsbørn, verða biðin um bara at koma í uttaru gongd og ikki ganga gjøgnum stovnin frá stovu til stovu.
Tit, sum hava vøggustovubørn kunnu brúka innaru- og uttaru gongd og annars ikki ganga gjøgnum stovnin frá stovu til stovu
Vh, Una
Mikudagur 17. juni 2020
Góðu foreldur
Vit fara at stramma í aftur í samband við Covid-19. Orsøkirnar eru fleiri, m.a. at føroyingar kunnu ferðast til ávís lond og koma heimaftur, uttan at fara í sóttarhald og uttan at kanna seg fyri møguligt coronavirus. Hetta síggi eg sum ein smittuvanda hjá børnunum og starvsfólkunum á stovninum, tí verða tit biðin um:
framhaldandi at vaska hendurnar á barninum, tá ið tit koma við og eftir tí
bara koma í uttaru- og innaru gongd
at gera øgiliga skjótt av, tá ið tit koma við og eftir barninum
ikki at koma á stovnin, um tit hava verið uttanlands og heldur ikki lata nakran koma við og eftir barninum, sum hevur verið uttanlands
at lata sama fólk koma við og eftir barninum
at lata leiku vera heima
at hava barnið heima, um tað hevur tekin til nakra sjúku og seta tykkum í samband við lækna, um tit eru í iva, um tað er coronavirus ella t.d. influensa
Nýggjasta kunningin frá myndugleikunum sæst á www.corona.fo
07. mai
Góðu foreldur
Vit lata upp sum vanligt mánamorgunin 11. mai kl. 07.30.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur.
Brúki inngongd frammanfyri hvørt hús.
Beint innanfyri úthurðina í reyða og grøna húsi er vatn, sápa og spritt. Foreldrini vaska børnunum um hendurnar.
Starvsfólkini í bláa húsi vaska børnunum um hendurnar, tí har er onki vask í gongini.
Foreldur, sum koma á stovnin fyrstu ferð til innkoyring við teirra børnum, sleppa inn á avvarandi stovur.
Enn er ikki møguligt hjá foreldrum at koma í innaru gongd, tískil taka starvsfólk móti tykkum í uttaru gongd.
Tað er ikki møguligt at ganga frá stovu til stovu inni á stovninum.
Heitt verður á tykkum, um at gera skjótt av, tá ið tit koma við og eftir tykkara barni/børnum.
Tað eru foreldrini, sum hava ábyrgd av sínum barnið/børnum og skulu halda seg til viðkomandi tilmæli frá heilsumyndugleikunum, ið eru um td vandabólkar og corona.
Vh, Una
01. mai
Kunning um dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu komandi tíðina
Løgmaður boðaði í gjár frá, at ferð aftur skal setast á samfelagið. Flestu øll skulu nú aftur til arbeiðis frá mánadegnum 4. mai at rokna. Eisini fara fleiri skúlanæmingar aftur í skúla, og í mesta lagi 50 fólk kunnu verða savnað saman. Frástøðan uppá tveir metrar verður varðveitt.
Viðvíkjandi dagstovnaøkinum varð fráboðað, at kommunurnar saman við Koronaráðgevingini eru farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn so skjótt sum møguligt.
Vegna allar kommunurnar fer Kommunufelagið saman við Koronaráðgevingini fyrst í næstu viku at viðgera dagførdar vegleiðingar soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum og so skjótt sum møguligt. Nýggj vegleiðing verður sostatt væntandi tøk í næstu viku, og tí eru verandi vegleiðingar enn galdandi og óbroyttar.
Virksemið á stovnunum í Tórshavnar kommunu í næstu viku verður so sum tað longu er fyrireikað og fráboðað.
Frá mánadegnum 4. mai kunnu sum nú kunnugt savnast í mesta lagi 50 fólk. Viðvíkjandi dagstovnavirkseminum, so verður mælt til framhaldandi at skipa virksemið í smærri bólkum, og at bólkarnir í tann mun tað er møguligt eru fyri seg sjálvan ígjøgnum dagin. Eisini verður mælt til, at børnini í so stóran mun tað er møguligt eru uttandura, so at tey ikki øll eru á stovuni samstundis.
Dagstovnarnir skipa sítt virksemi so væl sum gjørligt innan teir karmar, sum dagstovnurin hevur. Tað eru bæði viðv. hølum og starvsfólkum.
Komandi tíðin verður so ein tilgongd, har alsamt fleiri børn kunnu koma á stovn. Um fyrispurningar eru frá foreldrum, ið ikki hava tilmeldað sítt barn til komandi viku, so er tað einstaki stovnsleiðarin, ið tekur støðu til fyrispurningarnar um pláss á stovninum.
Tá nýggju vegleiðingarnar eru tøkar væntandi í næstu viku, verður støða tikin til, hvussu tilgongdin at fáa øll børn aftur á stovn undir skipaðum viðurskiftum verður skipað. Kunnað verður nærri um tað skjótast møguligt.
01. mai
Støðan á dagstovnaøkinum er ikki broytt og tað inniber at tilmælini, sum vit fingu fyri viku 18 og 19, um hvussu nógv børn og starvsfólk kunnu vera á hvørjai stovu, enn eru galdandi. Tað vil siga at tilmeldingar, sum vóru fyri viku 18 og 19 enn eru galdandi.
Nýggj tilmæli koma frá Kommunufelagnum/Tórshavnar kommunu, eg veit ikki, nær hesi koma, tó væntandi fyrst í komandi viku. Eg leggi tey út á her beinanvegin, tá ið eg havi fingið tey.
Vh, Una
01. mai
Góðu foreldur
Eg fari at venda aftur seinni í dag við kunning um komandi viku.
Vh, Una
24. apríl
Góðu foreldur
Øll foreldrini sum hava tilmeldað barn/børn síni at koma á stovnin komandi tvær vikurnar, hava fingið játtandi svar.
Vh, Una
22. apríl 2020
Vit halda fast við skerdum virksemi og varligari upplating
Tilmeldingarhátturin verður broyttur til næstu tvær vikurnar. Foreldur skulu boða skrivliga frá við telduposti til dagstovnaleiðaran, um teirra ynski til næstu tvær vikurnar.
Niðanfyri er ein frágreiðing um, hvussu hetta fer fram.
- Freistin hjá foreldrunum at senda inn ynski um dagstovnapláss komandi tvær vikurnar er á miðnátt 23.04.2020.
- Foreldrini skulu útfylla skjal, ið skal sendast umvegis teldupost til stovnaleiðaran á stovninum
- Skjal, sum foreldrini skulu útfylla er viðheft í teldupostinum
- Dagstovnaleiðarin vendir aftur til foreldrini við svari uppá umbønina umvegis tlf ella á skrift
- Tað er ein fortreyt, at hølis- og starvsfólkaviðurskifti eru til taks til dagstovnavirksemi og tí verður verandi støða á dagstovnaøkinum tikin til eftirtektar, í mun til umbønirnar frá foreldrunum
- Mett verður, at dagstovnaøkið í mesta lagi megnar at hava 50 % av hvørjum barnabólki á stovninum í senn
- Verður tilmeldaða barnatali á einum stovni ella í einum barnabólki hægri enn stovnurin megnar, so skipar dagstovnaleiðarin fyri at foreldur fáa eitt tillagað dagstovnatilboð
- Ein stova ella ein stovnur kann tískil bjóða ávísum barnabólkum hálvt dagstovnapláss, fyri at hava skynsama stødd av barnabólkum á stovninum í senn, soleiðis at hesir samsvara í mun til ásetingar um hølir og starvsfólk
- Dagstovnaleiðarin skipar virksemi og tekur avgerð um, nær barnið kann vera á stovninum um hetta er:
- fullan dag
- hálvan dag
- annað hvønn dag
- eina viku og má vera heima hina vikuna
- Umstøðurnar kunnu vera ymiskar viðvíkjandi hølum og starvsfólkum á einstøku stovnunum og á einstøku stovunum, tí kann vera ymiskt hvat slag av dagstovnaplássi ávisa barnið fær t.v.s. fult ella skert dagstovnapláss
Seinastu vikurnar hava verið merktar av, at støðan í samfelagnum og tískil eisini á dagstovnaøkinum hevur verið í støðugari broyting. Fyrivarni skal tí takast fyri, at støðan aftur kann broytast. Hetta skriv er bygt á verandi støðu, har vit halda fast í eina varliga upplating av dagstovnaøkinum og fylgja verandi tilmælum frá myndugleikunum. Herðast ella linka tilmælini, vera tillagingar gjørdar, so at vit fáa fyrireika og arbeitt undan á dagstovnaøkinum.
Tit fáa tilmeldingarskjal sendandi á tykkara teldupostbústað.
Av tí at freistin at senda aftur til mín er 23. apríl á midnátt, so kunnu tit ikki væntað tykkum svar fyrrenn fríggjadagin, tá ið eg eri liðug at samskipa tilmeldingarnar.
Vh
Una Jacobsen
Tlfnr. 217318
Teldupostur: unaj@torshavn.fo
22. apríl
Góðu foreldur
Enn havi eg onki hoyrt um, hvussu tilmeldingin til komandi viku fer fram. Tit fáa boð beinanvegin, tá ið eg veit meira.
Vh, Una
20. apríl
Góðu foreldur
Her ber til at síggja tíðindafundin, sum Tórshavnar kommunu hevði í morgun kl. 11.
https://www.youtube.com/watch?v=V2ObwHIo7Ns&feature=youtu.be
Vh, Una
17. apríl
Góðu foreldur
Her síggja tit leiðreglar, sum eru galdandi fyri Dagstovnin í Hoyvík frá 20. apríl.
Koma og fráferð á stovni
Til foreldur:
Barnagarðsbørn fara í reyða hús - høvuðsdyrnar til húsið skulu brúkast
Vøggustovubørn fara í bláa hús - høvuðsdyrnar til húsið skulu brúkast
- Ger skjótt av, tá tú kemur við barninum, eisini tá tit fara heim.
- Hald frástøðu – møguliga er bíðitíð, at koma inn á stovnsøkið ella stovnin.
- Koma og fráferð fer í størstan mun fram í garðinum/uttandura, serliga elstu børnini. Mugu tit innandura, so halt teg í uttara gongd. Hetta fyri at minka um smittuvandan hjá børnum og starvsfólkum.
- Nýti einans høvuðsinngongdina, frammanfyri húsi, til stovuna hjá barni tínum.
- Starvsfólkini leggja klæðir og mat uppá pláss
- Tað verður ikki loyvt, at ganga ímillum stovurnar innandura í eina tíð.
- Haldi tykkum til komu- og fráferðartíðir, sum tit hava upplýst í tilmeldingini.
- Starvsfólk gera barnið klárt at fara heima ta klokkutíð, sum er upplýst í tilmeldingini
Reinføri
- Vaska/spritta hendurnar væl, bæði við komu og fráferð.
- Syrg fyri, at barnið hevur rein og eyka skiftiklæði í klædnaklivanum.
- Hugsað eyka nógv um reinføri hjá barninum. Skift klæðini hjá barninum hvønn dag.
Tosa við barnið um støðuna
- Minn barn títt og teg sjálvan á at vaska/spritta hendurnar javnan. Serliga tá tit koma á stovnin og tá tit fara heim.
- Greið barninum frá, at tað kann ikki hava leiku við á stovn.
- Greið frá um frástøðu og týdningin av tí.
- Práta við barn títt, um hvussu tað á bestan hátt fær vart seg ímóti smittu.
- Práta við barn títt, um at fyrsta tíðin á stovni verður øðrvísi, tí hædd skal takast fyri smittuni. Øll mugu ansa eftir hvør øðrum.
- Greið barni tínum frá, at virksemi í størstan mun verður uttandura.
Við sjúkueyðkenni halt barnið heima
- Um barn títt hevur sjúkueyðkenni, skal tað ikki á stovn. Barnið kann koma aftur á stovn, 48 tímar aftaná seinasta sjúkueyðkenni.
- Um tú ert sjúk/ur ella onnur í húskinum eru sjúk, skal barn títt ikki á stovn.
- Um tú verður uppringd/ur, um at barn títt er sjúkt, skal tað heintast beinanvegin.
- Hugsað um kensluligu støðuna hjá barni tínum. Spyr inntil.
Foreldur sleppa ikki inn á stovurnar í samband við møguliga innkoyring. Hetta er galdandi fyri nýggj børn og børn, sum skulu skifta frá vøggustovu til barnagarð. Foreldur verða biðin um at umhugsa at útseta innkoyring og skift til aðra stovu til tíðirnar verða meira tryggjar. Børnini kunnu fáa sera óhepna uppliving av at verða koyrd á nýtt stað/stovu, uttan at hava síni foreldur hjá sær ta fyrstu løtuna um morgunin.
Av tí at vit fara at vera mest møguligt úti, so verða børnini í vøggustovu, sum er yvir tvey ár og barnagarðsbørnini biðin um at hava ryggsekk og vatndunk við. Somuleiðis vilja vit, at børnini hava tveir matpakkar við, tann eina til á middegi og hin til millummáltíð fyrra- og seinnapart og endiliga pakka inn í eingangsinnpakning, tí so er ryggsekkurin tað lættari at bera hjá barninum.
Fyri meira kunning, far á heimasíðuna hjá Sundhedsstyrelsen www.sst.dk
Vh, Una
15. apríl
Tilmelding til ansing er nú tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Í morgin koma nærri boð frá kommununi um leiðreglar o.a. annað í samband við upplatingina
Vh, Una
14. apríl 2020
Kunningarskriv kemur á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu í morgin.
Vh, Una
14. apríl 2020
Góðu foreldur
Eg fari at heita á tykkum um at fara á sst.dk. Hendan síðan vísar á alt, sum hevur við corona at gera og hevur alla hugsandi kunning til vaksin og børn.
Vh, Una
08. apríl
Ítøkiligar mannagongdir í samband við at vit lata uppaftur 20. apríl, koma í komandi viku.
Verandi servirksemi/neyðsynjaransing heldur áfram eftir páskir og tov fríggjadagin 17. apríl.
Vh, Una
Hoyvík 05. apríl
Góðu børn og foreldur
Vit ynskja tykkum eina góða og gleðiliga páskahøgtíð.
Kh
Starvsfólkini
Hoyvík 23. mars 2020
Góðu foreldur
Tiltøkini, ið vóru sett í verk fyri at tálma og basa korona smittuni, halda áfram til eftir páskir, og verða galdandi til og við 13. apríl. Tað vil siga, at dagstovnarnir hjá kommununi, framhaldandi bert hava opið fyri teimum, ið ongan annan møguleika hava at verða heima hjá barninum vegna serligt arbeiði.
Um tú/tit hava tørv á neyðsynjaransing til barn/børn vegna arbeiði í tilbúgvingini, so skulu tit venda tykkum til mín við at ringja 217318 ella senda teldupost á unaj@torshavn.fo
Vh, Una
Virksemi á dagstovnaøkinum skert frá í seinasta lagi mánadegnum 16.03. 2020 og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.
Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum hvørs foreldur av neyðsynjar arbeiðið hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
- Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri, tey ið lúka hesi krøv
- Børn í forskúlaaldri kunnu koma í forskúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
- Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarskúla seinnapart, tey ið lúka hesi krøv
- Frítíðartilboði til 3. floks børn, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðartilboð seinnapart, tey ið lúka krøv
- Ungdómshúsini eru ikki opin
Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnavirksemi, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan atmpa fyri børn og starvsfólk.
Barna- og ungdómsdeildin
Tórshavnar kommuna