Foreldrasamstarv

Tað hevur stóran týdning, at bæði foreldur og starvsfólk kenna seg trygg, tí okkara tryggleiki speglast í barninum.

Fyri at skapa eitt gott foreldrasamstarv meta vit tað vera umráðandi, at báðir partar eru opnir og erligir um tað, ið viðkemur barninum. Tað kann vera um onkra uppliving, barnið hevur havt, ella um onnur viðurskifti, ið broytast í  heiminum, bæði góð og ring - t.d. nýtt systkin, kelidýr, sjúka, hjúnaskilnaður, deyðsfall o.a. Her skal viðmerkjast, at øll starvsfólkini hava stranga tagnarskyldu.

Somuleiðis skulu vit sum starvsfólk vera opin um, hvussu júst tykkara barn hevur tað her hjá okkum - tað veri seg um gerandisdagin sum heild, menningina hjá barninum, gleði og sorg millum vinirnar, starvsfólk ella onnur á stovninum.

Eisini hava vit foreldrakaffi, foreldrafundir og garðdag, har foreldur og starvsfólk fáa høvi at práta saman í einum øðrum sambandi enn við avheintan av barninum.

 

Hvussu síggja vit barnið

         ,,Med hvert menneske kommer noget nyt til verden,

         noget specielt og særegent, som ikke fandtes tidligere.”

         MARTIN BUBER


Vit síggja barnið sum eitt frítt og socialt menniskja, sum hevur krav uppá virðing og innlivan í tað, sum birtist í barninum.

Barnið er eitt sjálvstøðugt menniskja við egnum kenslum, vilja, mørkum og virðum. Tað hevur ein sjálvstøðugan atburð, sum er tengdur at egnum kenslum, upplivingum og royndum, sum tó eru í tøttum samspæli við nærumhvørvið. Tí eru vit, sum frí menniskju, hóast alt bundin at okkara nærumhvørvi.

Hvat meta vit vera týdningarmikið í okkara arbeiði

  • Við umsorgan og nærveru at skapa tryggleika
  • At styrkja sjálvkensluna - vísa áhuga fyri kenslunum hjá barninum.   At síggja og virða barnið fyri tað, sum tað er, og ikki fyri tað, sum tað ger
  • At læra barnið at kenna seg sjálvan - sjálvsinnlit
  • At hjálpa barninum at síggja allar teir møguleikar, sum eru - alt sum tað í veruleikanum kann - at fáa eyga á barnið sjálvt og tess førleikar, vera lurtandi yvir fyri  teimum boðum, barnið gevur frá sær.
  • At barnið, við at sleppa at ráða sjálvt, fær møguleika fyri at ávirka egna tilveru í tann mun tað er ført fyri tí.
  • At vit sum starvsfólk eru við til at skapa eitt mennandi umhvørvi við at vera forvitin, undangongufólk, síggja avbjóðingar í tí, sum vit hava, og tí, sum børnini vísa áhuga fyri.
  • At barnið sleppur at læra verðina at kenna við síni egnu ferð, og at geva tí avbjóðingar á tí menningarstøði, tað er í.
  • At geva barninum loyvi og stundir at fordjúpa seg, so tað kann læra at hava bindindi.
  • At vit sum starvsfólk geva okkum tíð at hugsa um/reflektera yvir okkara arbeiði

Umráðandi er, at vit eru tilvitaði um tað einstaka barnið, men samstundis meta vit tað vera týdningarmikið at læra børnini at vera ein partur av einum felagsskapi. Barnið skal fáa loyvi til at vísa sínar kenslur samstundis við, at tað skal virða, at onnur hava aðrar kenslur. Soleiðis kann tað læra at seta seg inn í støðuna hjá øðrum og harvið vísa umsorgan fyri síni medmenniskju.

Tað er ábyrgdin hjá okkum vaksnu at syrgja fyri, at øll børn blíva sædd og hoyrd. Tað er umráðandi, at vit kunnu taka eitt val ella seta mørk fyri tey, har tey ikki eru før fyri tað sjálvi.

Spæliplássið

Spæliplássið í Dagstovninum í Hoyvík er til øll - bæði vøggustovubørn og barnagarðsbørn. Tað leggur upp til, at barnið frítt kann kanna umhvørvið og skapa sær avbjóðingar samstundis við, at barnið mennist/verður stimbrað av teimum ymisku avbjóðingunum, sum eru har. Eitt nú sandkassin, áin, hagin, brekkur, gras, reiggjur, steinar o.m.a.

Vit meta tað vera umráðandi at vera nógv úti - at brúka hetta stóra rásarúmi, sum vit hava beint uttanfyri hurðina, tí her eru so nógvar avbjóðingar, sum eru við til at styrkja kropstilvitanina hjá barninum.

Eisini er hetta eitt sansarúm í sær sjálvum við vindi, regni, sól, grasi, sandi, ánni o.s.fr.

Góðan morgun / farvæl

Latið altíð onkran av starvsfólkunum taka ímóti barninum, tá tit koma um morgunin.

Umráðandi er, at tit siga okkum, hvussu barnið hevur tað, hvussu tað hevur sovið, um tað hevur etið og so framvegis.

Til tess at skilja barnið til fulnar er eisini týdningarmikið, at vit fáa at vita um viðurskifti heima við hús, sum kunnu hava ávirkan á barnið.

Umráðandi er, at tit siga starvsfólkunum frá, áðrenn tit fara heim, soleiðis at vit eisini kunnu fortelja, hvussu barnið hevur havt tað, og tit fáa møguleika at seta spurningar.

Er tað annar enn foreldrini, sum kemur eftir barninum, sigið okkum so frá.