16 kommentar(er)

Tit eru vælkomin at senda okkum eina heilsan í gestabókina. Trýst her og skriv :)

2015.06.27 Skrevet af Súsanna Eliassen
So deiligt at verða aftur í Dagstovninum í Hoyvík eftir 4 ár í DK.
2015.02.03 Skrevet af Annié Hansen
Hjartaliga tillukku við tí sera flottu nýggju heimasíðini og stóra takk fyri allar tær góðu og fittu myndinar av børnum okkara:) Ein stór gleði at hava møguleikan til at vera við í teirra dagligdegi á stovninum :)))))
2014.09.24 Skrevet af Súsanna Jacobsen
Soo stuttligt at síggja allar tær góðu myndir, sum tit taka av børnunum :) Gott at kunna fylgja eitt sindur við dagligdegnum á Dagstovninum í Hoyvík :) Tit eru ófør at taka myndir!
2014.06.03 Skrevet af Guðrun Horn
Tillukku við nýggju heimasíðuni, mega flott !
Skrevet af Rannvá Mortansdóttir, d. 06-09-2013
Í dag eru 30 ár síðani, at Dagstovnurin í Hoyvík lat upp. Eg var millum tey fyrstu børnini, sum gekk á stovninum. Fyri 30 árum síðani kom eg inn í ein barnagarð, sum var mítt annað heim, har eg treivst so væl, at sjálvt tá eg var farin í skúla, fór eg ofta at vitja aftaná skúlatíð saman við eini vinkonu, sum eisini gekk har og sum eg var komin í flokk saman við. Konurnar, sum ansaðu okkum (tá vóru ikki so nógv mannfólk á økinum) heilsa uppá meg enn tann dag í dag! Táið eg skuldu velja mær starvslæru í 8. flokki, fóru sama vinkona og eg í starvslæru í dagstovninum í Hoyvík. Og í dag... 30 ár aftaná at eg sjálv byrjaði ... havi eg aftur dagliga gongd í Dagstovninum í Hoyvík, har dreingir mínir nú hava sína dagligu gongd, har teir tuska runt á spæliplássinum, spæla í ánni og og har teir stórtrvívast. Hjartaliga til lukku við degnum, Dagstovnurin í Hoyvík, og takk til tykkum, sum starvast har, at tit ansa so væl eftir børnum okkara og syrgja fyri, at staðið framhaldandi er ein umráðandi, mennandi og fjálgur partur av okkara gerandisdegi. Og vinkonan, sum eg nevndi í áni? Hennara børn hava eisini gingið í Dagstovninum í Hoyvík - sjálvandi ;)
Skrevet af Ritha Holm , d. 29-03-2013
Hey tit øll :)
Stuttligt at síggja nýggjar myndir, nú eg eri í barsil. Eg sakni tykkum øll hvønn dag, og gleði meg at byrja aftur :)
Gleðiligar páskir til tykkum øll :)
Vh Ritha
Skrevet af Rannvá Mortansdóttir (mamma Baldur og Eira), d. 24-01-2013
Stuttligt at síggja myndir frá dagligdegnum hjá børnunum her inni. Dreingirnir halda eisini tað er stuttligt, tá vit hyggja eftir myndunum saman við teimum. :)
Skrevet af Marta Wang Jøkladal, d. 25-12-2011
Deiligt at síggja so góðar myndir av øllum børnunum. Tit eru ófør at taka myndir. Takk fyri og Gleðilig Jól til tykkum øll :)
Skrevet af Hanna H. Petersen, d. 24-09-2011
Heeey tit øll fittu fólk í DíH =) Bert ein lítil heilsan frá mær úr Dk :) Eg havi tað ordiliga gott og trívist væl, men eg sakni tykkum mega nógv! Gleði meg til eg kann koma at vitja tykkum aftur! =) Myndin eg havi lagt við er tikin frá okkara stovuvindeyga =)
Skrevet af Súsanna og Jákup Petur, Fischer og Gutti, d. 02-09-2011
hey tit øll í dagstovninum í Hoyvík. Hjartaliga tillukku við føðingardegnum í dag......hopi at tit hava havt ein góðan dag :)
Hjá okkum gongur gott í Næstved, Gutti er heima enn, men vit vóna at tey finna ein barnagarð til hann, sum er líka góður sum tykkara! Eitt bræv er annars á veg til grøna barnagarð frá Gutta.
Skrevet af Súsanna Eliassen, d. 25-06-2011
hey tit oll! vit vilja takka so hjartaliga fyri hesi seinastu 6 arini har okkara dreingir hava verid hja tykkum.
vit eru sera takksom fyri at vit oll hava havt tad so gott hja tykkum. tit eru bara best!
Skrevet af Súsanna Eliassen, d. 16-05-2011
hey hey tit øll
takk fyri ein super hugnaligan garðhugna :)
Skrevet af Rachel Eysturtún, d. 10-04-2011
Hey hey :)
Bert ein lítil heilsan frá okkum í Keypmannahavn. Vit hava tað supergott her niðri og hugna okkum óført. Leu leingist tó eftir øllum sínum vinum í barnagarðinum og gleðir seg at síggja øll aftur. Vónandi hava tit tað gott har heima,
kh fam. Eysturtún
Skrevet af Dóra mamma Elmu og Hjørdis, d. 03-02-2011
Deiligt at síggja nýggjar myndir. Takk at tit eru so góð við genturnar :)
Skrevet af Súsanna Eliassen, d. 25-12-2010
hey hey grøni barnagarður
vit vilja ynskja tykkum øllum eini góð og gleðilig jól. takk fyri tykkara megnar arbeiði í heimsins besta barnagarði.
Gutti gleðir seg at koma aftur eftir nýggjár.
Skrevet af Beinta Hammer, d. 13-12-2010
So fittar myndir úr bláu vøggustovu. takk fyri tit :)