Námsætlan hjá Dagstovninum í Hoyvík

SOSIALIR FØRLEIKAR

Øll børn hava rætt til at: 

• Vera virkin, spæla og taka ábyrgd saman við øðrum
• Hava ávirkan og kenna seg sum partur av einum týdningarmiklum felagsskapi
• Menna síni evni til at virka í bólki, at knýta vinabond, at klára tvístøður og at skilja rættindi og skyldur
 

PERSÓNLIGIR FØRLEIKAR 

Øll børn hava rætt til at: 
• Menna sín samleika, sjálvskenslu og sjálvsvirði • Menna undran, forvitni og áhuga fyri at spæla og læra 
• Menna sína sjálvstøðu, álitið á egin evni og egnar fortreytir 
• Menna dirvið at siga frá egnum kenslum og meiningum 
• Menna førleikan at kunna njóta friðin og hvíla
 

MÁL OG SAMSKIFTI 

Øll børn hava rætt til at: 
• Menna sítt mál og sín samskiftisførleika við fjølbroyttum møguleikum at úttrykkja seg 
• Menna sín áhuga fyri myndum, teksti og ymiskum miðlum 
• Duga at orða seg, samrøða og grunda 
• Menna eitt fjølbroytt orðatilfeingi 
 

HEILSA OG RØRSLA 

Øll børn hava rætt til at: 
• Menna sínar rørslur og kropsfatan 
• Njóta at vera virkin og brúka sín kropp og sínar sansir 
• Kenna týdningin av góðari heilsu, dygdargóðum kosti, reinføri og vælveru
 

SKAPANDI EVNIR 

Øll børn hava rætt til at: 
• menna síni skapandi evni, njóta at taka lut í skapandi virksemi og gleðast um tað, tey skapa ígjøgnum æstetiskar lærutilgongdir 
• menna sítt hugflog og førleikan at føra hugskot út í lívið 
• kunna seg um og menna fjølbroyttar kreativar hættir at úttrykkja seg, (eitt nú myndir, formar, rørslur, sangur, tónleikur, sjónleikur ella dansur)
• menna ymisk handverk
 

NÁTTÚRA, UMHVØRVI OG TØKNI 

Øll børn hava rætt til at: 
• menna sín alsk fyri náttúruna og kanna og kunna seg um vøkstur og djóralív og onnur fyribrigdi í náttúruni 
• menna sína tilvitsku fyri ringrásini í náttúruni, fyri umhvørvið og vistfrøði og fyri hvussu menniskja, náttúra og samfelag hava ávirkan á hvørt annað 
• granska og menna sína fatan fyri støddfrøðiligum og náttúruvísindaligum hugtøkum, tølum, mongdum, mynstrum og kunna seg í tíð og rúmd 
• menna áhugan fyri tøkni og fyri ymiskum alis- og evnisfrøðiligum tilfeingi
 

SIÐUR OG MENTAN 

Øll børn hava rætt til at: 
• fáa innlit í og menna føryska mentan, søgu og samleika 
• kenna føroysk siðvenju, høgtíðir og matmentan 
• gerast alment mentaði 
• menna kensluna og virðingina fyri øðrum mentanum