Vælkomin í skúlabólkin

 

í skúlabólkinum ganga 21 børn - og hjá okkum arbeiða Diana, Durita, Laila og Birita

18/9-2018 vóru vit á brennistøðini við øllum ruskinum, vit høvdu samlað á altjóða ruddingardegnum. Her kunnu tit síggja myndir frá túrinum.

 

20/9-2018 vóru vit á Oyrareingjum og vitjaðu bóndan.

Har vóru nógv neyt at síggja, tann elsta kúgvin var 11 ára gomul, og minsti kálvurin var bert 2 dagar gamal. Vit fingu møguleika at royna mjólk, ið var komin beinleiðis frá kúnni. Hon smakkaði væl. Her kunnu tit síggja myndir frá túrinum.

 

Dagarnir 3.- 4. oktobur høvdu vit sansadagar á stovninum.

Skúlabólkurin tók ábyrgdina av at fyriskipa sansadagarnar. Her kunnu tit síggja myndir frá fyrireikingunum og døgunum :)

9/10-2018 vóru vit í stórustovu og gjørdu uppgávur og í trýkantinum gjørdu vit motoriskar venjingar.

23/10-2018 vóru vit túr. Vit gingu oman gjøgnum svartafoss, ótu so matpakka í viðarlundini, og síðan gingu vit oman í grasagarð at spæla. Vit tóku bussin niðan aftur. Ein deiligur túrur :-)

1/11-2018 Vóru vit á Sjósavninum. Vit tóku bussin út á Argir og niðan aftur til Hoyvíkar. Vit høvdu ein góðan túr, har vit sóu nógvir spennandi fiskar, krabbar, goggur o.a. Krabbarnir úti fingu at eta frá okkum, og síðan gav maðurin fiskum og krabbum í akvariuminum at eta. Vit sóu eisini hvussu langa tíð tað tekur umhvørvinum, at upploysa skrell, ið vit alt ov ofta tveita frá okkum úti í náttúruni.