Upp- og afturlatingartíðir

Stovnurin letur upp kl. 07:30 og hevur opið til kl. 17:00.
Ynskiligt er, at barnið er á stovninum áðrenn kl. 09:30, um onnur avtala ikki er gjørd.

 
 

Klæðir

Av tí, at vit leggja stóran dent á at vera nógv úti, og spæliplássið leggur upp til nógvar ymiskar avbjóðingar, viðførir hetta eisini nógvar karmar og/ella skitin klæðir. 

Eisini er veðurlagið hjá okkum rættiliga skiftandi. Tí skulu børnini altíð hava heit klæðir, regnklæðir og gummistyvlar at spæla úti í. Skiftiklæðir skulu børnini eisini hava við, t.v.s. eyka buksur, blusur, undirklæðir og sokkar. Eisini er gott hjá børnunum at hava inniskógvar ella heitar hosur.

Fyri at kunna halda skil á klæðunum, skal navn ella annað frámerki standa í øllum klæðunum.

 
 
 

Matpakkar

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag, um ikki annað er avtalað. Av og á gera vit døgurða ella hava kalt borð - hetta verða tit nærri kunnaði um á boðtalvuni / bókini.

Boðtalvan / bókin er úti í gongini. Hon verður nýtt til at skriva ymisk boð til foreldrini og at fortelja, hvat er hent gjøgnum dagin.

Stovnurin bjóðar millummála hvønn dag, so sum frukt, rísingreyt, jogurt, bollar, breyð og suppu.

Stovnurin bjóðar blæur til tey, sum hava tørv á tí, men um tað eru serlig viðurskifti, eitt nú viðkvæmi, mugu tit sjálvi hava blæur við.

 
 
 

Føðingardagar

Tit eru vælkomin at halda føðingardagin hjá barni tykkara í vøggustovuni/barna-garðinum. Ymiskt er, hvussu føðingar-dagarnir verða hildnir. Nøkur bjóða børnunum døgurða, meðan onnur bjóða okkurt leskiligt til millummála, t.d. frukt ella onkra køku. Tit eru tó altíð vælkomin at tosa við okkum um, hvørjar møguleikar tit hava, so vit í felag kunnu gera dagin so hugnaligan sum gjørligt.

Eisini halda børnini tað vera stuttligt at bjóða børnunum heim í føðingardag. Tá fáa børnini møguleika at vísa fram heim teirra, samstundis við at børnini sleppa at spæla við onnur leiku, enn tey eru von við á stovninum. Um tit ynskja hetta, koma vit sjálvsagt fegin at vitja tykkum.

Føstulávint

Føstulávintsmánadag koma børnini útklødd ella hava grýluklæðir við. Vit sláa tunnu inni í stovuni.

 

Jólahald

Sum oftast er jólahaldið fyrst í desembur, og her eru foreldur og systkin vælkomin. Til jólahaldið undirheldur skúlabólkurin við t.d. Santa Lucia og sjónleiki, og vøggu/barnagarðsbørnini syngja nakrar sangir. So verður dansað jólatræ, og jólamaðurin kemur við pakkum til børnini. Eisini verður kaffi og køkur at fáa.

 

Garðdagur

Hesin verður ofta hildin í mai mánaða, og her verða foreldur og systkin bjóðaði at hjálpa okkum at fríðka um økið rundan um stovnin. Lagt verður upp til ein hugnaligan dag, har vit fáa drekkamunn og køkur afturvið.

 

Foreldrafundir

Foreldrafundir eru tvær ferðir um árið. Annar fundurin er ein felagsfundur fyri øll foreldur á stovninum, har eitthvørt evni verður tikið upp. Hin fundurin verður skipaður sum foreldrasamtala um tað einkulta barnið.

 

Foreldrakaffi

Av og á skipa vit fyri foreldrakaffi, og tá er høvi at hitta hini foreldrini á stovuni, og eisini at tosa við starvsfólkini. Børnini halda tað eisini vera stuttligt, at foreldrini koma inn á gólvið - kanska er okkurt barnið hevur hug at vísa tykkum.

 

Foreldraráðið

Góðu foreldur .
 
Foreldraráðið á Dagstovninum í Hoyvík hava nú skipa seg.
Tit eru altíð vælkomin at heita á okkum við einum og hvørjum :)
 
Formannakvinna: Sylvia Thomassen (Arni Bláa barnagarð) sylvia@faroeship.fo - tlf. 549021
                             Brynhild Klein (Rói Bláa barnagarð) Klein_b@hotmail.com - tlf. 224733
                             Barbara Djurhuus (Løðar Reyða barnagarð) barbaradjurhuus@hotmail.com
                             tlf  272377
                             Barbara Eysturdal Huusgaard (Ragnhild Grøna barnagarð)  
                             barbara.huusgaard@skulin.fo - tlf. 585352
                             Bjarta Helmsdal (Ronja Grøna vøggustova)
                             bjartamh@hotmail.com - tlf. 257276
                             Annie Hansen (Regin og Rósa Bláa barnagarð & Bláa     
                             Vøggustova) annieholm01@gmail.com - tlf. 507618
Skrivari:                Rannvá Mortansdóttir (Eiri Reyða barnagarð) rannvamo@gmail.com -
                             tlf. 287677
                                      
 

Sjúka

Vit hava ikki umstøður at taka ímóti børnunum, um tey eru sjúk ella illa til passar. Vit taka ikki ímóti børnum, ið hava smittandi eygnabruna, barnasár ella lús. Um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovninum, ringja vit til foreldrini. Vit taka ikki ábyrgdina av at geva børnunum heilivág.

 

Pedagoglesandi

Av og á hava vit pedagoglesandi í starvsvenjing á stovninum. Tey kunnu bæði koma frá Føroya Pedagogskúla í Havn ella frá onkrum skúla í Danmark.

Hesi koma inn á eina stovu afturat teimum føstu starvsfólkunum, og skulu tey læra at samstarva og vera saman við børnunum, foreldrunum og starvsfólkunum á stovuni.

 
 

Frídagar

Páskafrí: Skírishósdegi - 2. páskadag.
Dýrabiðidag: stongt
Flaggdagi: stongt
Kristi himmalsferðardag: stongt
Grundlógardagin: opið til kl. 12:00.
Jólafrí: Jólaaftan - nýggjársdag